Pia ynskir sær atkvøður úr Føroyum

Helvtin av føroyskari duett verður í danskari sjónvarpskapping í kvøld

Hálvfinalan í kappingini Dansk Top Talent 2015 verður á DK4 í kvøld, og við í kappignini er Pia Kamp Brincker – sum syngur saman við føroyska Ovin Klein Olsen í bólkinum »Duetten«.

 

Pia Kamp Brincker sigur, at tey í næstum koma at vitja í Føroyum, tað verður í viku 42-43, og tá fara tey at ferðast í Føroyum við sangi og spæli.

 

Men tað er í kvøld, at helvtin av hálvføroysku duettini, og tað er Pia, verður at síggja og hoyra í sangkappingin í sjónvarpsrásini DK4 – og hon vil tí fegin hava allan tann stuðul, sum føroyingar vanliga geva føroyskum luttakarum í slíkum kappingum.

 

Í innleiðandi kappingini fekk Pia so nógvar sms-atkvøður frá hyggjarum, at hon kom víðari í hálvfinaluna, sum verður í kvøld klokkan 20:30 føroyska tíð. Sendingin verður endursend sunnudagin klokkan 16 føroyska tíð og týskvøldið/mikunáttina á midnátt eins og mikudagin klokkan 20. Tað ber til at atkvøða allar dagarnar - atkvøðugreiðslan endar mikukvøldið klokkan 23 føroyska tíð. Tá verður greitt, hvør sleppur víðari til finaluna í Boxen í Herning í januar 2016.

 

– Í semifinaluni eru vit 9 luttakarar og bara ein fer víðari. So mær tørvar alla ta hjálp, eg kann fáa. Hetta er mín stóri dreymur. Eg elski at syngja, og tað skal vera mítt lív, altíð, sigur Pia Kamp Brincker.

 

Soleiðis vónar hon at fáa allan tann stuðul, hon kann fáa, so dreymurin verður veruleiki.

 

– Sangurin, eg fari at syngja, etur »I Musikkens Favn«.

 

– Sendið tí ein SMS til 1266 við tekstinum, sum verður upplýstur í sendingini í kvøld.

 

Pia Kamp Brincker sigur, at atkvøðast kann fimm ferðir, og at tað kostar 5 krónur hvørja ferð + vanlgian sms takst.

 

Heimasíðan hjá Ovin og Piu sæst her: www.duetten.dk og síðan hjá Pia Kamp Brincker  sæst her: www.piakampbrincker.dk