Á aðalfundinum 3. mars skulu limirnir hjá Føroya Pedagogfelag velja nýggjan formann og tveir nýggjar nevndarlimir, men enn er ógreitt um nakað mótvalevni verður til verandi formann Jógvan Philbrow.
1. februar er seinasta freist hjá limunum í Føroya Pedagogfelag at boða frá uppskotum til nevndarval og formansval, men longu nú er greitt, at Jógvan Philbrow ynskir at halda fram sum formaður. Tað váttar hann fyri Miðlahúsinum,
- Eg haldi framvegis, at eg kann gera ein mun. Her er nógv eftir at stríðast fyri. Eg skal framvegis arbeiða við at loysa lønarspurningin, og har er nógv eftir at loysa. Alt frá eftirlønir til at stytta skalan uppaftur meira og eina hægri endaløn, sigur Jógvan Philbrow í stuttari viðmerking.










