Phelps stemplaði út við OL gull nummar 18

Rás 2 var á staðnum, tá amerikanska superstjørnan, Michael Phelps, svam fyri seinastu ferð. Hann vann gull í 4x100m blandað og boðar nú frá, at hann gevst við at svimja.

 

Í gjár vóru seinastu finalurnar í svimjing á skránni á Olympisku leikunum. Millum tær var 4x100 metra blandað hjá monnum. Michael Phelps, sum er tann íðkarin, sum hevur vunnið flest OL heiðursmerki nakrantíð, hevur boðað frá, at hetta verður hansara seinasta kapping sum svimjari.

 

Tað var í harðari kapping við Japan, at Michael Phelps og hansara landsmenn komu á mál sum nummar eitt. Michael Phelps kavaði í hylin, sum næstseinastur og svam firvaldssvimjing. Tíðin hjá USA var 3.29,35.

 

27-ára gamli Michael Phelps hevur vunnið 22 OL heiðursmerki. 18 av teimum eru gull. Hetta er fjórðu ferð, at hann luttekur á OL leikunum.

 

Her ber til at hoyra Rás 2 siga frá søguligu svimjingini.