Hilmar Simonsen
----
Í PhD-verkætlani hjá sær hevur Oystein Patursson gjørt mátingar av hvussu alinótir standa, bæði á sjónum og í royndarbrunnum. PhD-verkætlanin er eitt samstarv millum univeristetið í New Hampshire og Fróðskaparsetrið, og harumframt hevur Øystein gjørt nakrar av sínum mátingum í stóra royndarbrunninum hjá US Naval Academy í Baltimore.
Hann brúkar sínar mátingar til at bøta um numerisk modell, sum kunnu rokna út, hvussu rák ávirkar eina alinót. Eisini verður roknað út, hvussu rákið sjálvt verður ávirkað av alinótum, tað vil siga, hvussu nógv rák fer ígjøgnum nótina, og hvussu stórur partur fer uttanum nótina.
- Hetta hevur týdning fyri súrevnistilgongdina í einum ringi og ikki minst, hvussu nógv rák, og harvið súrevni, kemur til ringin ið liggur aftanfyri, greiðir Knud Simonsen, sum er vegleiðari hjá Oysteini Patursyni, frá.
Oystein Patursson er um at vera liðugur við sína PhD-ritgerð og skal verja hana á Universitetinum í New Hampshire í næstum.
Bárður Niclassen hevur gjørt eina PhD-verkætlan, sum varð latin inn og vard á Fróðskaparsetrinum á vári í fjør, ið kann fáa týdning fyri føroyskar alarar. Hann gjørdi eitt nummeriskt aldumodel fyri Føroyaleiðirnar. Alduviðurskifti hava stóra ávirkan á aliútgerð og hvussu nógv, útgerðin skal tola. Harafturat hava alduviðurskifti eisini ávirkan á umstøðurnar hjá fiskinum at trívast. Nú arbeiðir Bárður við eini aðrari verkætlan, ið er fíggjað av Granskingarráðnum og Fiskivinnuroyndum, sum millum annað snýr seg um at kanna hvørja ávirkan alda uttan av havi hevur á resuspensión (resuspentión merkir, at leivdir frá alingini, sum hava fest seg á botnin, loysna).
Gunnvør á Norði, ið dagliga starvast á Fiskirannsóknarstovuni, ger eina PhD-verkætlan, har hon kannar, hvat hendir undir einum alibrúki, og hvussu aling ávirkar umhvørvi í sjónum og niðri á botni. Vegleiðari hjá henni er Eilif Gård, lívfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni, sum eisini er adjungeraður lektari á Náttúruvísindadeildini.
Eyðfinn Magnussen, lívfrøðingur og lærari á Náttúruvísindadeildini, fremur viðkomandi gransking um vakstrareginleikarnar hjá toskinum á Føroya Banka. Hann er helst ein teirra, sum hevur hollastu vitanina um vakstrareginleikarnar hjá hesum serstaka toskaslagnum. Hetta kann fáa stóran týdning í framtíðar aling av toski, tí tað er longu kent, at toskurin á Føroya Banka er eitt serstakt slag, sum hevur serligar eginleikar at vaksa skjótt.
---------
Flokkan av aliøkjum
Í Noregi er ein ‘Norsk Standard’, har aliøkir verða flokkað í mun til streym og aldu. Fyri hvønn flokk verða ávís krøv sett til útgerðina. Fyri alinótir eru krøv til konstruktión, til dømis tal av upphálarum, og styrkið á neti og togum. Fyri at ala á einum øki eru krøv um, at útgerðin er góðkend av einum góðkennandi felagi.
Knud Simonsen ímyndar sær, at líknandi flokkan kundi verið gjørd fyri Føroyar.
Til dømis hevur verið arbeitt við at simulera sjóvarfall, og í PhD-verkætlanini hjá Bárði Niclassen varð eitt aldumodel tillagað føroyska økið, so møguleiki er at gera kort fyri allar Føroyar grundað á teldusimuleringar.
- Fyri at tryggja sær at hesi modellúrslitini eru álítandi, so er neyðugt at samanbera við mátingar. Har hava stovnar sum Fiskirannsóknarstovan, Landsverk, Náttúruvísindadeildin umframt alarar sjálvir heilt fitt av streymmátingum, meðan meiri vantar í fyri at fáa sama kunnleika til alduviðurskifti, vísir Knud Simonsen á.