Peugeot mest seldi bilur í Danmark

Peugeot varð mest seldi bilur í Danmark í 2006.

Danskir bilkeyparar hava í 2006 fingið Peugeot aftur á fyrstaplássið sum mest selda bilmerki í Danmark. Heili 18.000 valdu sær ein nýggjan bil við leyvuni sum búmerki.
 
Hetta er sjeynda árið at Peugeot eru á odda. Teir vóru á odda seks ár á rað, men í 2005 vóru teir á øðrum plássi, og nú eru teir so aftur á fyrsta plássi.
 
Peugeot hava ein marknaðarpart upp á 11,7 prosent av danska marknaðinum.
 
Ein av orsøkunum til góðu søluna er helst nýggi Peugeot 207, sum tók marknaðin við storm í fjør. Peugeot 307 og 407 stóðu seg eisini væl á marknaðinum.
Annars koma fleiri útgávur av 207 sum t.d. stationcar (við og uttan glastak), RC og SW Outdoor.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ 
Peugeot eru eisini kendir fyri sínur kviku og umhvørvisvinarligu HDi dieselmotorar, sum eiga sín lut í góðu sølutølunum.