Peugeot 4007 og Subaru Impresa

Í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum hesa vikuna vórðu tveir bilar ummældir: Peugeot 4007 og Subaru Impresa WRX, sum báðir hava tað til felags, at teir eru gjørdir í Japan

Bilarnir sum vórðu ummældir í sendingini Bylgjan hjá Kringvarpinum mikudagin 9. januar vóru Peugeot 4007 við 2.2 DI-D dieselmotori við 156 hk, og Subaru Impresa WRX AWD Sport við 2,5 litra boksaramotori (bensin) við 230 hk.


Peugeot 4007


Peugeot 4007 er ein sonevndur SUV (Sport Utility Vehicle), sum er ein arbeiðsligur bilur við liðiligari og praktiskari innrætting t.d. er baklúkan tvídeild, soleiðis at lessihæddin er sera lág og baksetrini kunnu ómakasleyst leggjast elektroniskt niður.

Bilurin er væl egnaður sum bæði famliju- og arbeiðsbilur.


2.2 DI-D dieselmotorurin við 165 hk passar við sínum snúningsmomenti upp á 380 Nm, væl til bilin, soleiðis at hann er kvikur, orkar væl og hevur yvirskot av kraft.

Hóast Peugeot 4007 er ein 4x4, ber til við einum knøtti at stilla um til at drívmegin einans er á forhjólunum. Bilurin hevur 7 sitipláss.


Bilurin sum varð royndarkoyrdur var ein luksusútgáva við t.d. leðursetrum el-stilling av førarasetri og bakkikamera. Hesin kostar kr. 479.000. Peugeot 4007 kann síggjast og roynast hjá Auto Service. Prísirnir byrja við kr. 399.000.


Subaru Impresa WRX


Annar bilurin sum varð royndarkoyrdur var nýggjasta útgávan av Subaru Impreza í WRX AWD Sport útgávuni við 2,5 litra motori við 230 hk. Talan er eum ein rúmligan hatchback við góðum plássi til fimm ferðandi.


Hóast Subaru Impreza WRX AWD Sport sær út sum einhvør annar hatchback, er í veruleikanum talan um ein ektaðan sportbil í vanligum innpakningi.


Bilurin er uppbygdur sum sportbilur við sermerktum koyrieginleikum. Boxermotorurin liggur lágt í motorrúminum, fyri at geva bilinum tryggar og fastar koyrieginleikar. Hann er annars útgjørdur við t.d. VDC (Vehicles Dynamics Control System) og ESP við on/off traction.


Eisini í kabinuni er bilurin sportligur við flottum designi, nógvari útgerð og setrum sum stuðla sera væl undir koyring.






Bilurin, sum varð royndakoyrdur, kostar kr. 418.000 kr, men Subaru Impreza fæst eisini í biligari útgávum við 1,5 og 2,0 motori. Prísirnir byrja við kr. 248.000 fyri ein Impreza 1,5 R AWD. Subaru Impresa WRX AWD Sport kann síggjast og roynast hjá Berg Motors.


Fróði Løksagarð stóð fyri sendingini, og bilaummælarar vóru Óla Jákup Rólantsson frá Vikublaðnum, Sofus Hansen, bilbyggjari, og Magnus Gunnarsson frá Sosialinum.