Peugeot 308 – nýggjur bestseljari

Størsta nýggheitin hjá Peugeot í ár er 308, ið avloysir Peugeot 307, sum kom á marknaðin í 2001, og í fleiri ár hevur verið ein av mest seldu bilum í Danmark, eins og í øllum Evropa

Nýggi Peugeot 308 avloysir Peugeot 307, sum er ein av mest seldu bilum í sokallaða Golf-klassanum í Evropa. Peugeot 308 er ein eyðkendur Peugeot við stórum opnum kølaragittari, smartum innbygdum tokulyktum í kúfangaranum og stórum Peugeot-logo mitt framman. Desingið er í sama stíli sum nýggi Peugeot 207.


Koyrieginleikar og komfortur eru sum á fronskum bilum, tá teir eru best. Lættur at koyra og merkist sum ein munandi størri bilur, hvat undirvogni og fjaðraskipan viðvíkur.


Við tað at 308 er bæði longri og breiðari enn forgangarin, er hann rúmligari bæði í kabinuni og í viðførisrúminum, sum er hundrað litrar størri enn á forgangaranum, 442 litrar í mun til 341 litrar á Peugeot 307. Við at leggja baksetrini niður verður vørurúmið næstan 1.400 litrar.


Til Peugeot 308 er ein breið motorskrá, sum umfatar fimm bensin- og tríggjar dieselmotorar, sum allir eru umhvørvisvinarligir og økonomiskir. Benzinmotorarnir eru hesir: 1,4 við 95 hk, 1,6 við 120 hk, 1,6 við 150 hk, 1,6 við 140 hk (automatgir), og 1,6 við 174 hk. HDi dieselmotorarnir eru: 1,6 HDi við 90 hk, 1,6 HDi við 109 hk, og 2,0 HDi við 136 hk. Eisini eru fimm ymiskir girkassar, sum eru tilpassaðir teir ymisku motorarnar.


Standard útgerðin umfatar allar tær vanligu trygdarskipanirnar sum t.d. ABS, ESP, EBD og AFU (neyðbremsuskipan), umframt at bilurin fæst við nógvari aðrari útgerð. 


Sum standard hevur Peugeot 308 sjey airbag, tveir framman, tveir í síðunum, gardinairbag í báðum síðum og knæairbag.


Peugeot 308 fæst í útgávunum Comfort, Comfort S, Premium, Premium S og Feline. Bíligasta útgávan kostar 199.000 krónur.