Peugeot 206 CC

? cabriolet og heilársbilur

 

Magnus Gunnarsson




Peugeot 206 CC. Bókstavirnir CC standa fyri Coup de Coeur, sum merkir ? hjartans útvaldi ? á fronskum, ella Coupé Cabriolet, sum bilurin í roynd og veru er, tí takið kann uttan trupulleikar leggjast niður í viðførisrúmið.


2+2 bilur

Peugeot 206 CC er ein 2+2 bilur, tað vil siga at tvey fólk sita væl framman, meðan baksetrini eru at rokna sum barnasetur. Á bilum, sum hava sjálvberandi karossarí, er takið við til at halda bilinum saman. Tí er 206 CC væl styrktur undir dúrkinum og millum kabinuna og viðførisrúmið, eins og stálrør eru í rútarammuni til forrútin, so hann tolir harðan stoyt, um bilurin skuldi bólta runt. Aftan eru eisini rør til sama endamál.


Hvør sín gearkassa

Hóast karossaríið er væl styrkt, eru munandi minni ristingar at merkja tá takið er á bilinum. Takið er lætt at leggja saman, við at loysa tvey handtøk, og trýsta á ein knøtt millum setrini. Hetta tekur eini 25 til 30 sekund. Tá takið er lagt saman í viðførisrúminum, er lítið og onki pláss eftir til viðførið. Peugeot 206 CC er ein sportsligur bilur, men ikki ein beinleiðis sportbilur, hóast hann sær soleiðis út. Tvær motorstøddir eru at velja ímillum, ein 1,6 litur við 110 hk, ið brúkar dekkstødd 185/55-15, men hin er ein 2,0 litur við 138 hk, við dekkstødd 205/45-16 á alufelgum. Eisini hava teir hvør sín gearkassa.


Smartur bilur

Peugeot 206 CC er ein sera smartur bilur, sum fæst í fleiri nútímans litum, sum passa væl saman við intrekkinum. Hetta er ein bilur sum hevði hóska væl til okkara veðurlag, har man hevði ein smartan coupé at koyra við alt árið, og lætt er at leggja takið í viðførisrúmið ein góðan summardag.


Kelda: Bilen Motor & Sport