Peugeot 1007 varð fyrstu ferð sýndur fram á Paris Motor Show í 2002 sum ein konseptbilur. Áhugin fyri bilinum var so stórur, at avgerð varð tikin um at framleiða hann, og nú kemur hann so á marknaðin í juni.
Eitt tað mest sermerkta við Peugeot 1007 eru tær stóru elektrisku dragihurðarnar, sum eisini eru við til at geva bilinum sera framkomna og smarta útstráling.
Síðuhurðarnar glíða aftur og fram á skinnarum og eru sera væl egnaðar til parkering har tað er trongt. Onki við at ansa eftir at hurðin ikki kemur ímóti bilinum við síðuna av. Hetta ger, at tað er lætt at seta bilin frá sær í býnum.
Hurðarnar verða lætnar upp og aftur við at trýsta á knøttar á fjarstýringini í billyklinum, á instrumentborðinum ella á hurðahandtøkunum. Av trygdarorsøkum kunnu hurðarnar ikki aktiverast, um bilurin rullar við meira ferð enn 5 km/t.
Peugeot 1007 er ein typiskur býbilur, og hugskotið er m.a. at nýta bilin til innkeyp. Um t.d. bileigarin kemur leiðandi við børnum og hevur beriposar í hondini, er bert at trýsta á fjarstýringina í billyklinum, og hurðin fer upp uttan at rætta hond frá síðu.
Hurðarnar eru so stórar, at tað er eingin trupulleiki at koma inn og út hjá teimum ferðandi á baksetrinum.
City, Dolce og Sport
Kabinan er stór og rúmlig. Bilurin er 161 cm høgur, og tað sæst væl aftur í kabinuni, sum virkar stór í mun til støddina á bilinum. Kabinan er bygd upp í modulum og er merkt av at vera liðilig við nógvari nýhugsan og praktiskum loysnum. Eitt nú kunnu baksetrini, ið eru í tveimum, flytast 23 cm aftur og fram.
Peugeot 1007 kemur í trimum útgávum hvat útgerð viðvíkur: City, Dolce og Sport.
Tríggir motorar vera at velja ímillum, tveir bensin og ein diesel. Bensinmotorarnir vera ávikavist 1,4 litur við 75 hk, og 1,6 litur við 110 hk. Dieselmotorurin verður ein 1,4 litur HDi commonrail turbodiesel við 70 hk.
Bilurin hevur allar trygdarskipanir og t.d. sjey airbag, alarm til trygdarbeltini og Isofix-besløg til barnastólar. Hetta er fyrstu ferð at knæ-airbag eru í einum so lítlum bili. Hjá P/F Meinhardt Arge vænta teir bilin í juni.
Peugeot 1007 1,4 HDi
Motorurin1,4 litur 4 syl. HDi 70 hk
turbodiesel v. commonrail
0-100 km/t16,7 sek
Oljunýtsla22,7 km/l
Dekkstødd175/65-14
Stødd og vekt
Longd373,0 cm
Breidd166,0 cm
Hædd161,0 cm
Eginvekt1.145 kg
Viðførisrúm246-416 litrar
SøluumboðP/F Meinhardt Arge
v.Oyggjarvegin
FO-100 Tórshavn
Tel. 345400
www.bilarge.fo