Ungi havnarmaðurin Petur W. Háberg er í løtuni í Føroyum, og í kvøld undirheldur hann í Hvonn.
Petur W. Háberg kom fyri nøkrum árum síðan inn á føroyska tónleikapallin, sum partur av bólkum í kristiliga umhvørvinum. Men Singer/songwriter kappingini í 2005 spretti Petur sum singer/songwriter. Hetta var júst eftir, at hann í eitt ár hevði búleikast í Afrika, har hann millum annað starvaðist sum lærari.
Hansara gávur vóru ikki at taka feil av, og hann sang seg í finaluna, har hann tó gjørdist eitt vet ov stuttur. Men síðan hetta hevur Petur við jøvnum millumbilum roynt seg einsamallur á palli innan singer/songwriter stílin. Av tí at Petur til dagligt býr í Danmark, er vitjanin á Hvonn nokkso forkunnug.
Hvonn hevur í kvøld opið til kl. 24