Samstundis sum U21-landsliðið hevur hildið seg í gongd, síðani føroyska kappingin endaði, hevur tað sama verið galdandi fyri fótbóltsdómaran, Petur Reinert, og hjálpardómararnar, Jens Albert Simonsen og Jan á Líðarenda.
Teirra seinasta uppgáva í ár er niðri, har teir skulu døma ein venjingardyst millum U21-landsliðini hjá Danmark og Serbia. Dysturin verður spældur klokkan 13, føroyska tíð, á leikvøllinum í Lyngby.
Hjá Peturi Reinert hevur talan verið um eitt serstakliga hendingarríkt ár sum altjóða dómari, tí hetta er níggjundi dystur hansara uttanlands í ár sum dómari.
U21-landsdysturin í Lyngby í dag er tann fjórði altjóða dysturin í ár hjá Jens Albert Simonsen og tann fyrsti hjá Jan á Líðarenda.