Við Runda Borðið á Bókasavninum í Fuglafirði er farið at ljóða longu fyri rúmari tíð síðan, at Petur Prestur er farin at nærkast sínum kempualdri – 80 árum – sum ikki er hvørjum manni beskorið, um heilsa hansara kanska væl rakk til dustsins ár. Sjálvt um riddararnir við tað Runda Borðið ikki altíð eru samdir um sama sannleika í tí, teir frambera, ja, so samdust teir skjótt um hetta, at rætt var: Petur Prestur fer at førka seg um tey fýrs árini dagstevnt tann 26. november, Anno Domini 2007.
Ikki bert eru riddararnir samdir um, at at Petur Prestur fyllir runt; nei, teir eru eisini samdir um, at føroyingar ongantíð aftur fara at fáa ein tílíkan prest, sum bæði gerandis og heilagt hevur tænt so mongum ymiskum og góðum endamálum sum hann. Hetta kunnu at kalla allir føroyingar, sum hava verið í Keypmannahavn í meira enn ein mansaldur sanna, annaðhvørt teir hava verið har støðugt, ella um teir av sjúkuávum eru sendir niður at fáa hjálp, tá ið ongin hjálp var at fáa her heima á klettunum. Tá vardi ikki leingi til Petur Prest pikkaði upp á dyrnar og á ein frískligan hátt bar teimum eitt uggandi orð úr egnum barmi ella frá Várharra, sum altíð hevur verið í nánd, har Petur Prest hevur verið á ferð, hóast øll ikki altíð hava dugað at sæð, hvar alheimurin hjá Petur Presti endaði og Himmiríki hansara byrjaði.
Onkursvegna hevur hann dugað at spælt bæði leikin hjá Martu og Mariu, har hann hevur reitt so mongum bæði tað jarðiska og himmalska borðið í einum.
Petur Prestur hevur altíð verið so ótrúliga spontanur, soleiðis at øll ikki altíð hava skilt, hvat hann vildi, fyrr enn úrslitið kom eftir eina undarliga roknitilgongd, sum ikki í øllum fylgdi teim matematisku reglunum, men heldur hansara hjartalagi, sum altíð gav eitt positivt úrslit.
Mangur hevur verið bilsin, tá ið Petur Prestur hevur staðið klárur í floghavnini í Kastrup at taka í móti, hóast ongin hevði sagt frá. Gjøgnum samskiftisnetverk sítt, hvørs tøkni bara er har á gamaldags hátt, hevur hann bara vitað, at nú treingir hann ella hon til eina hond, ein biltúr ella eitt gott orð frá Várharra.
At alt hetta hevur havt sín prís, er eyðsæð. Hansara nærmastu hava nokk saknað hann til tíðir, tá ið kall hannsara út yvir øll mørk hevur tikið hann heimanífrá longri enn ætlað, ella hann hjartagóður hevur latið hús síni upp fyri Gudi og hvørjum manni, sum ikki áttu eitt stað at vera í stytri ella longri bil.
Ja, einaferð vit komu fram við hjá einum gomlum manni, sum Petur Prestur vitjaði fyri at bera honum eina avís og ein bita av turrari grind, helt hesin fyri, at nú var nokk ikki langt eftir hjá sær, og deyðin var honum eingin vinur; men at Petur Prestur hevði lovað bera Várharra eitt gott orð fyri sær, gjørdi seg tryggan.
Góði Petur Prestur!
Seinasta árið hevur ikki verið tær gott av heilsuligum ávum, nú kempualdurin fer at vera náddur. Tó vita vit, at tú ert í góðum hondum saman við tínum egnu og Mariu, sum øll hava verið so væl um teg, og so vita vit, at Várharra eisini situr har uppi onkustaðni og hyggur niður til tín. Bert hann veit, nær tey seinastu siglingarboðini skulu gevast. Óneyðugt tær at siga. Alt um hetta veitst tú frá óteljandi ferðunum, tit báðir, Várharra, hava sitið hjá onkrum stúrnum Guds vini, sum langt burturi heiman lá og bíða eftir siglingarboðum.
Við vónum um, at vælavinurin, Várharra, framhaldandi eigur góðar dagar til tín, Petur Prest, ynskja vit tær hjartaliga tillukku við kempuárunum.
Riddararnir við Runda Borðið