Petur Pólson við slóðbrótandi tónleiki

Petur Pólson kemur enn einaferð á gøtuna við nýggjari fløgu, men hesu ferð við tónleiki, ið sambært Peturi aldrin áður hevur sæð dagsins ljós. Petur Pólson hevur verið støðugt frammi við nýggjum tónleiki seinastu árini. Nú er aftur ein fløga ávegis, men innihaldið á hesari fløguni verður heldur øðrvísi enn tað vit frammanundan hava hoyrt frá honum.

 

- Eg havi sæð fólk grátið tá tey hava lurta eftir fløguni, og eg eri vísur í, at tónleikurin á hesari fløguni er tónleikur,

ið vit aldrin áður hava hoyrt, sigur hann.

 

Fløgan hevur leingi verið ávegis, og seinastu trý árini hava Petur og aðrir tónleikarar arbeitt við innihaldinum.

 

- Vit hava arbeitt við fløguni í trý ár, men seinasta árið hava eg og aðrir arbeitt miðvíst við at fáa fløguna lidna, sigur Petur.

 

 

Meira enn ein fløga

Konsepti er enn ikki avdúka, men sambært Peturi fevna nýggju ætlanirnar ikki bert um eina fløgu.

 

- Eg fari ikki at avdúka alt enn, men eg kann siga at talan er um eitt slóðbrótandi konsept, ið aldrin áður er gjørt, sigur Petur.

 

Spenningur verður í luftini tá Petur Pólson um tvær vikur fer at avdúka nýggju ætlanir hansara.