Komandi fríggjakvøld, 15. mai kl 21.00, verður útgávukonsert við Peturi Pólsyni í Reinsarínum í Havn. Hetta er í sambandi við, at Petur gevur næstu fløguna hjá sær, Tokyó, út Fyrra fløgan hjá honum, Koma, kom út í 2005.
Ungi havnabólkurin Bendar Spónir hitar upp, og tað eru Tutl og Unga Tjóðveldið, sum skipa fyri tiltakinum.
Atgongumerki og forsøla
Atgongumerki til konsertina kunnu keypast á skrivstovuni hjá MESS á Niels Finsens Gøtu 22 í miðbýnum í Havn.
Kostnaður í forsølu er 150 krónur, og tú fært nýggju fløguna íroknaða!
Við dyrnar kostar tað 100 krónur inn, og tú kanst keypa fløguna fyri 100 krónur.
Ókeypis lag!
Um tú vilt hava ein forsmakk uppá fløguna her og nú, skalt tú bara fara inn á mess.fo. Á nýggja mp3 spælaranum har á forsíðuni kanst tú bæði lurta eftir og taka niður ?Svart Klæði Fyri Vindeygað? av Tokyó ókeypis.










