Petur og Lyngby eru nú næstfremst

Lyngby vann trivaligan sigur á Amager í kvøld

Petur Knudsen fær javnt og samt spælitíð, men hann hevur byrjað á beinkinum hjá Lyngby í næstbestu donsku fótbóltsdeildini seinastu dystirnar. 

 

Lyngby vann seg í kvøld uppá næstfremsta plássið við einum trivaligum 3-0 útisigri á Fremad Amager, ið var bjargað frá húsagangi fyrr í vikuni.

 

Í steðginum var støðan 0-0, men í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá Lyngby við málskjótingini. Petur Knudsen kom á vøllin tá 78 minuttir vóru farnir av dystinum. Tá var støðan 2-0 til Lyngby.

 

Fremad Amager – Lyngby Boldklub 0-3 (0-0)

 

58′, Magnus Kaastrup, 0-1

63′, Sævar Magnusson, 0-2

85′, Magnus Kaastrup, 0-3

 

Lyngby hevur 40 stig á øðrum plássi, fimm stig færri enn oddaliðið, FC Helsingør.

 

Komandi fríggjakvøld tekur Lyngby móti Nykøbing á heimavølli.