Petur og Høgni duga best við floytuni

Fótbóltsgalla 2022: Petur Reinert og Høgni Madsen eru ársins dómarar

Á Fótbóltsgalla 2022, sum er á Panorama á Hotel Hafnia í kvøld, eru Petur Reinert og Høgni Madsen valdir til ársins dómarar.

 

Høgni Madsen bleiv eisini valdur til ársins dómara hjá kvinnunum í fjør. Hann er kendur úr fótbóltsheiminum og hevur nú valt at royna leiðina hjá dómari. Hann vann heiðurin frammanfyri Heina Viðoy og Áka L. Hansen.

 

Hjá monnunum vann Petur Reinert enn eina ferð. Hann hevur vunnið heiðurin fleiri ferðir fyrr og tykist bara blíva betri við aldrinum. Hann vann frammanfyri Dagfinni Forná og Kára á Høvdanum.

 

Tað eru Miðlahúsið og FM1, sum skipa fyri Fótbóltsgalla 2022 í samstarvi við Fótbóltssambandi Føroya. Fótbóltsgalla 2022 er á Panorama á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik. FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum.