Petur Øl er nú stjóri á bryggjarínum

Petur Petersen, sum líka síðani hann var smádrongur hevur borið kelinavnið Petur Øl – tí at foreldur hansara høvdu Føroya Bjór søluna í Havn um hendi – er settur sum stjóri fyri sølu og menning í bryggjarínum Okkara. Hann tekur við starvinum 1. februar

 

Stjórin, sum legst afturat leiðsluni í bryggjarínum Okkara hevur drúgvar royndir innan matstovuvirksemið og ølvinnuna.

 

Hesum boðar bryggjaríið frá í dag.

 

Á pappírinum eitur hann Petur Petersen, hann er 49 ára gamal og útbúgvin kokkur. Hann hevur tó fyri ein stóran part á yrkisleið síni starvast í ølvinnuni – harav í nógv ár hjá Føroya Bjór og nøkur ár hjá Okkara.

 

Petur Petersen hevur eisini arbeitt sum kokkur bæði í Føroyum, Danmark og Sveis. Hann hevur seinastu tvey árini verið stjóri í Kjøtbúðini, og hann tekur við stjórastarvinum í Okkara 1. februar.

 

– Okkara hevur eitt gott undirstøði at standa á. Ølið er gott, og vit eru væl útgjørd til bæði at bryggja tað vanliga “mainstream” ølið og serstøk sløg av øli til eitt nú størri tiltøk, sigur Petur Petersen.

 

Hann vísir á týdningin, at bryggjaríið megnar at veita kundunum bæði vanligt ljóst øl og øl við gullstyrki, sum teljast millum sonevndu “mainstream” ølsløgini, umframt serstøk sløg av øli, tí kundaskarin gongur í tveimum høvuðsbólkum.

 

– Tað eru ølkennararnir, ið alsamt økjast í tali sum serstakir áhugabólkar, og so eru tað tey, sum halda seg til vanligu ølsløgini, sigur Petur Petersen.

 

Ølin er harumframt vorðin ein alt meira vanligur drykkur at hava aftur við mati í kapping við vín. Í hesum sambandi eru førleikarnir og royndirnar hjá nýggja stjóranum í Okkara bæði innan matstovuvirksemið og ølvinnuna eisini kærkomin førningur at hava við sær.

 

– Vit hava ein margfaldan marknað at virka á. Mín fremsta uppgáva verður at økja søluna og víðarimenna úrvalið av øli saman við okkara serkønu og dugnaligu bryggjarum, staðfestur Petur Petersen.