VENJARI
Nógv bendir á, at tað verður ein gamal kenningur á Svangaskarði, sum komandi ár fer at hava ábyrgdina av B68 liðnum. Eingin sáttmáli er undirskrivaður, men Niclas Davidsen, formaður í B68, váttar, at teir tosa við Petur Mohr um samstarv komandi kappingarár.
Eftir at tað fyrr í summar var greitt, at Frank Skytte ikki fór at halda fram á Toftum, hevur B68 hugt eftir nýggjum venjara, og nú tykist tað altso, sum at ein loysn er í ljósmálanum.
Petur hevur hildið frí frá venjarastarvinum í ár, men í síðstu viku fór hann til Fuglafirðar at rætta eina hjálpandi hond.
B68 og Petur Mohr hava samstarvað áður. Hann var venjari á Toftum í 1994 og í 1995, tá B68 fyri einastu ferð higartil rakk steypafinaluni ? teir taptu 3?1 ímóti HB ? og tá B68 endaði á triðja plássinum, sum teir eisini endaðu á í fjør og í fyrraárið, og sum teir nú tykjast fara hava ilt við at endurvinna.
Petur Mohr er ein av royndastu venjarunum í landinum. Hann hevði roynt seg sum venjara í NSÍ, tá hann í 1991 kom til Klaksvíkar og gjørdi KÍ til meistarar fyri fyrstu ferð í nítjan ár. Í 1992 og í 1993 var hann eisini venjari hjá KÍ, og eftir tey bæði árini á Toftum vandi Petur NSÍ í trý ár, og hann var eisini venjari hjá NSÍ í fjør.
Tá vit spyrja B68 formannin, hvussu tað verður við spælarum komandi ár, svarar Niclas Davidsen, at tað er alt ov tíðliga at siga nakað um tað enn.