Petur Mittún, venjari hjá H71, var týðiliga vónbrotin eftir tætta og spennandi dystin, men hann var hóast alt fúsur at tosa siðiliga um annars frálíku steypafinalurnar – og serliga tí seinnu, sum var so undirhaldandi.
– Marginalarnir vóru á teirra síðu, og tað gjørdi tað nógv tyngri. Tað vóru teir heilt smáu marginalarnir, sum avgjørdu tað, helt Petur Mittún fyri eftir dystin.
Hann var væl nøgdur við dómaraparið, so tað vóru ítróttarligu marginalarnir, hann eftirlýsti, kann leggjast afturat.
Ikki í panikk
Hóast teir í samlaðu støðuni vóru aftanfyri við fýra málum undan dystinum, so var tað ikki taktiska ætlanin at strúka avstað og frá fyrsta bríksli.
– Uppleggið var ikki at fara í panikk og ikki neyðturviliga koma á odda við fýra málum alt fyri eitt. Vit royndu at gera tað meiri konkret og vinna hvørt korter við einum máli. Tað riggaði rímiliga væl og vit vóru á odda við fýra málum í hálvleikinum og síðani við seks málum í seinna hálvleiki, sigur hann og leggur afturat, at teir síðani vóru nakað óroyndir og sjálvir fingu útvísingar, sum at enda lorkaði finaluplássið burtur.
Hørður ein styrkur
Hjá Kyndli hepnaðist tað væl at mansverja Bogdan Florea, meðan H71 bara í fáum løtum valdi at mansverja Finn Hansson. Vit spurdu, um hann nú angraði, at teir ikki tóku stórskjúttan meiri burturúr spælinum.
– Nei. Vit høvdu eina greiða dystarætlan og hon helt næstan allan vegin. Ein møguleiki var at fara í eina álopskenda verju, men vit føldu ikki, at tað var neyðugt. Tað lá og vippaði við hesum fýra málunum allatíðina, vísti hann á.
Hann metti eiheldur, at teir høvdu skyldu at vinna, nú teir í landskappingini eru frammanfyri Kyndil.
– Teir eru bara tvey stig aftanfyri okkum og spælt ein dyst færri. Harnæst hava teir ikki havt Hørð við fyrr enn nú, og tað er ein klárur styrkur hjá teimum, segði hann at enda vísandi til strikuspælaran, íslendska Hörður Fannar SigÞórsson.










