Petur Knudsen fekk sínar fyrstu minuttir í superliguni

Fyri fyrstu ferð síðani 22. apríl í fjør var Petur Knudsen á vøllinum í einum kappingardysti hjá Lyngby

Petur Knudsen fekk eitt korter á vøllinum í dag, tá hann og liðfelagarnir taptu 0-1 fyri FC Midtjyllandi í niðara endaspælinum í donsku superliguni.

 

Petur hevur ikki spælt við í einum kappingardysti fyri Lyngby síðani 22. apríl í fjør, so talan hevur verið um eina drúgva skaðafráveru. Tá var talan um ein dyst móti Fredericia í næstbestu deildini. 

 

Standurin er tó ikki so góður hjá Lyngby, ið er aftast við 17 stigum. Lyngby hevur seks stig upp til Horsens, ið liggur á triðaftasta plássinum, ið gevur eitt nýtt kappingár í superliguni.

 

Komandi sunnudag tekur Lyngby á heimavølli móti júst Horsens í einum dysti, sum Petur og liðfelagarnir mugu vinna fyri at halda lív í vónini at yvirliva í superliguni.