Petur Holm er í dag loystur úr starvi sum forstjóri í Smyril Line. Nevndarformaðurin, Claus Kjærulf sigur, at avgerðin er tikin í sátt og semju millum partarnar, men Petur Holm sigur, at avgerðin kom óvart á hann. Tað kom nakað óvart á í morgun, tá ið Smyril Line boðaði frá, at forstjórin í felagnum, Petur Holm, er loystur úr starvi.
Fyri stuttum varð roknskapurin hjá felagnum lagdur fram, og tá hevði nevndarformaðurin Claus Kjærulf bert jalig orð at bera Peturi Holm.
Eisini í dag er Claus Kjærulf jaligur, um leiklutin hjá Peturi Holm í Smyril Line seinastu árini.
-Hann hevur vent gongdini hjá felagnum, og hevur veruliga víst sínar dygdir sum stjóri, sigur Claus Kjærulf við Rás2.
Hóast hetta, so er Petur Holm í dag loystur úr starvinum sum forstjóri í Smyril Line.
Claus Kjærulf sigur við Rás2, at avgerðin er tikin í sátt og semju partanna millum, men okkurt bendir á, at Petur Holm ikki kendi til hesa semju.
-Hetta kom púra óvart á meg, sigur Petur Holm í stuttari viðmerking.
Rúni Poulsen, sum frammanundan var fíggjarleiðari í felagnum, fer fyribils at røkja starvið sum stjóri í Smyril LIne.