Ì sta∂in fyri Jens Eli Ellefsen, sum skuldi framføra leygardagin í TUTLhandlinum, verður tað tenorurin Peter Hentze Niclasen, sum fer at framføra. Peter hevur javnan verið at hoyrt sum solistur á Ólavsøku og í ymsum kórum, sum til dømis Tórshavnar Kamarkór, Tórshavnar Manskór, Havnarkórið, Skýrák og Tarira.
Konsertin í TUTL hendur í sambandi vi∂ at nyggja fløgan hjá Peter, ? Fýra bjarkir ? kemur út. Umleið helvtin av teimum 16 løgunum, eru føroyskir sangir við løgum eftir m.a. Petur Alberg og Regin Dahl. Eisini er nýskrivað lag til sang og guitar eftir Bjarna Restorff, ið skrivaði lagið til yrkingina ?Fýra bjarkir? eftir Carl Jóhan Jensen. Á fløguni eru nøkur norðurlendsk løg, og løg skrivaði upprunaliga til sang og lut ? og sum her eru at hoyra við sangi og guitar-fylgispæli. Jólini fáa eisini rúmd á fløguni við millum øðrum nýtýddum og nýyrktum teksti til kenda jólasangin ?O, halga nátt? ? ið Alexandur Kristiansen hevur skrivað.Tónleikarar á fløguni og til konsertina í TUTLhandlinum eru Ólavur Jakobsen, guitar og Bjarni Restorff, klaver.