Tað verður Petur Heðin á Fløtti, sum verður venjari fyri 1. lið hjá Ægir tað næsta árið, har hann somuleiðis hevur eina hjálpandi hond við í 2. lið og ungdómssvimjingini.
Petur Heðin hevur verið venjari hjá Ægir í fleiri ár og er sera væl umtóktir í Klaksvík. Hevur fingið sera góð úrslit við Ægir tey seinastu árini, sjálvt um umstøðurnar ikki hava verið optimalar.
Nevndin hevur eisini verið væl nøgd við hansara arbeiði, og væntandi ferð árið í ár at roynast væl við nógvum persónligum metum hjá okkara svimjarnum, og málið er at vera í oddinum innan føroyskari svimjing, sigur formaðurin í Ægir Símun á Høvdanum.
Fyrsta lið er longur farið til verka, og í gjárskvøldið bleiv sjálvandi eisini vant, her myndir av svimjarnum og venjara.
Tann 8. september fara øll hini liðini ígongd, heilt frá smáum børnum til master og møguliga eisini svimjing fyri eldru.
Um vikuskiftið hjálpir Ægir til á Sjómannadegnum, har svimjarar, nevndin, foreldur og onnur hjálpa til við fiskikappingini fríggjadagin, jollum og havsvimjing leygardag.