Petur Heðin var nøkunlunda nøgdur

Landsliðsvenjarin í svimjing fegnaðist um gullið hjá kvinnustafettini, men hann helt, at úrslitini í finalunum mánakvøldið vóru eitt sindur misjøvn

Lerwick: Landsliðsvenjarin í svimjing, Petur Heðin á Fløtti, var nøkunlunda nøgdur eftir finalurnar í 25 metra svimjihylinum í Lerwick mánakvøldið.
 Úrslitini vóru eitt sindur svingandi. Eg var eitt sindur skuffaður av onkrum. Genturnar svumu væl, tíðirnar vóru eitt sindur hips um haps, men tær svumu allar rættiliga væl, og tað týdningarmesta var at vinna gullið.
 Tað hevur verið rættiliga soltið hjá kvinnunum síðani 1997, men nú vísti tær, hvar skápið skuldi standa, tað var fantastiskt.
 Mansstafettin var ófør. Teir eru ungir, og eg vænti, at teir verða øgiligir um tvey ár. Samanumtikið haldi eg, at vit fingu helvtina av tí, sum vit komu eftir í kvøld, segði Petur Heðin á Fløtti.