Petur dømir A-landsdyst

Petur Reinert og tveir føroyskir hjálpardómarar skulu í morgin døma landsdyst í Estlandi.

Meðan flestu eyguni í morgin eru vend ímóti playoffs til EM, so spæla Estland og St. Kitts and Nevis venjingardyst í estlendska høvuðsstaðnum, Tallinn. Teir, sum skulu leiða dystin, eru føroyingar.


Petur Reinert verður dómari, og afturat sær hevur hann hjálpardómararnar Regin Egholm og Jan á Líðarenda. Hetta verður onnur uppgávan innan fáar dagar hjá Peturi og Regini, sum fríggjadagin dømdu U21-EM-undankappingardyst ímillum Wales og Armenia.


St. Kitts and Nevis er eitt oyggjasamfelag, sum í fólkatali er á stødd við Føroyar. Í løtuni eru teir nummar 101 á heimsstyrkislistanum hjá FIFA.


Dysturin ímillum Estland og St. Kitts and Nevis byrjar í morgin kl.17.00.