Petty doyði av ov nógvum heilivági

Tom Petty doyði 2. oktober í fjør.

Tom Petty doyði 2. oktober í fjør. Kendi tónleikarin gjørdist 66 ár.

 

 

Nú er greitt, hvat deyðsorsøkin var.

 

 

Rættarlæknar eru komnir fram til, at Petty fekk meira enn gott var av pínudoyvandi heilivági. Hetta skriva einkjan eftir Tom petty, Dana, og dótturin Adria, á heimasíðuni hjá Petty, sambært tónleikatíðarritinum Gaffa.

 

 

Tær skriva m.a.  eisini, at Petty hevði emfysen, niðursetta lungafunktión, og knætrupulleikar.