Petraeus fekk dyggan stuðul

Amerikanska Senatið góðkendi í gjárkvøldið, at generalurin David Petraeus verður settur í embætið sum stjóri fyri fregnartænastuni CIA. Í løtuni er Petraeus ovasti fyri teimum amerikonsku hermonnunum í Afghanistan, men hann fer úr tí starvinum í hesum mánaðinum.

Í Senatinum var semja um nýggja CIA-stjóran. 94 senatorar atkvøddu fyri at góðkenna hann, og eingin atkvøddi ímóti. David Petraeus hevur starvast í amerikonsku verjuni í 37 ár.

Hetta er aðru ferð innan fyri ein mánað, at Barack Obama, forseti, hevur fingið undirtøku fyri einari týðandi tilnevning uttan mótvalevni. Hin var, tá Leon Panetta fór frá sum CIA-stjóri og varð tilnevndur verjumálaráðharri.