Í nógv ár var tann í dag 38 ára gamli Peter Chodqiuk bundin av rúsdrekka og rúsevnum.
Tað var í seinnapartssendingini á Rás2, at Peter Chodqiuk greiddi frá, hvussu lívið var ta tíðina, tá alt snúði seg um rúsevni.
- So líðandi mátti meir og meira til fyri at eg skuldi merkja ein rús, og tí fór eg eisini til tey heilt hørðu rúsevnini, segði Peter Chodqiuk, sum einaferð royndi at smugla kokain úr Hollandi til Føroya.
- Eg var rættiliga nervøsur, minnist eg, og tí tók eg eina rúgvu av tablettum og rúsevnum, áðrenn eg setti meg í flogfarið til Føroya. Men so skjótt eg sá løgreglumenninar á flogvøllinum í Vágum, visti eg, at nú var eg farin ov vítt, og hetta lívið mátti steðga, segði Peter Chodqiuk.
Fyri sjey árum síðani valdi hann at leggja lívið um og hevur í dag ein heilt annan og betri gerandisdag, enn tá hann var bundin at rúsevnum.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Peter Chodqiuk millum annað greiða frá, hvussu hann fekk fatur á rúsevnum í Føroyum, um ta ferðina hann smuglaði kokain til Føroya, og hvussu tað var, tá umboð fyri Hells Angels vóru eftir sær.