Enn ein kvinna er endað í klørnum á hópdrápsmanninum Peter Lundin. Hesaferð er tað ein 25 ára gomul kvinna úr Aalborg, sum ynskir at fáa barn við drápsmanninum. Sambært Ekstra Blaðnum hevur tann 25 ára gamla kvinnan leingi verið saman við Peter Lundin, sum hevur broytt navn til Bjarne Skouenborg.
Ekstra Blaðið sigur seg hava verið í samband við fleiri keldum, sum greiða frá, at tann 25 ára gamla kvinnan ynskir at fáa barn við tí heldur óvanliga makanum.
Tá tann 25 ára gamla kvinnan er í Keypmannahavn, so svevur hon mangan hjá pápanum hjá Peter Lundin, í eini íbúð í Lyngby.
Peter Lundin var í 11 dagar giftur við føroysku Mariann Poulsen, og tað tók henni bert 11 dagar, at broyta hugsan um hennara giftarmál.