Fyrrverandi borgarstjórin í South Bend, Indiana, Pete Buttigieg gevst nú við royndunum at gerast forsetavalevni hjá Demokratunum í USA.
Tað sigur hann í røðu til veljarar sínar í South Bend í gjárkvøldi lokala tíð.
– Í kvøld taki eg trupulu avgerðina um at gevast við royndunum um at gerast forseti í 2020.
– Eg fari framvegis at stríðast fyri, at vit fáa ein demokratiskan forseta, sigur Buttigieg á røðarapallinum.
38 ára gamli fyrrverandi borgarstjórin tók á veljarafundi í Iowa fyrsta stigið at gerast forsetavalevni fyri Demokratarnar.
– Vit skrivaðu søgu, tá vit vunnu veljarafundirnar í Iowa, sigur Buttigieg um sigurin.
Hann fekk annaðplássið í New Hampshire, og í Nevada gjørdist hann nummar trý. Á undanvalinum leygardagin í South Carolina endaði hann á fjórða plássi.
Avgerðin hjá Buttigieg kemur fáar dagar fyri supertýsdagin, har yvir 1200 valfólk eru upp á spæl í 14 statum.
Buttigieg er krígsveteranur úr krígnum í Afghanistan og verður mettur sum moderatur. Í valstríðnum eftirlýsti hann eitt ættarliðsskifti í politisku leiðsluni.
Eftir undanvalið leygardagin tólk ein annar demokratur seg aftur í forsetavalstríðnum. Tað var milliardingurin og umhvørvisstríðsmaðurin Tom Steyer, sum hevði brúkt milliónir av dollarum til sítt valstríð í South Carolina.
Amerikanski forsetin, Donald Trump, viðmerkti avgerðina hjá Buttigieg á Twitter.
– Pete Buttigieg er úti. Allar supertýsdag-atkvøðurnar hjá honum fara til troytta Joe Biden. Fantastisk timing. Hetta er veruliga byrjanin uppá, at Demokratarnir koyra Bernie frá – Eingin tilnevning, eingin!, skrivar Trump.
/ritzau/