Persónur í B36 veitslu hevði koronu

Fótbóltsfelagið B36, sum leygarkvøldið hátíðarhelt steypasigurin í Bridgehúsinum í Havn, boðar nú frá, ein persónur í veitsluni var smittaður við koronu.

Boðini frá B36 eru soljóðandi: »Ein persónur, sum var i Bridgehúsinum eftir klokkan 21.30 leygarkvøldið er testaður positivur. Um tú var í húsinum eftir hetta, er skilagott um tú testaði teg.«

 

Smittutølini hava verið høg nú í longri tí, og enn tykjast tey ikki at minka. Í gjár var boðað frá 58 nýggjum smittutilburðu, og leygardagin 62.