Effodeildin: Sjálvt um Klæmint A. Olsen kundi gleðast persónliga um at gerast toppskjútti í effodeildini 2013, so stóð tað í skugganum av, at NSÍ ikki megnaði at vinna sær rættin at spæla evropeiskan fótbólt komandi ár.
Klæmint fekk tvey mál ímóti HB, men helt fyri á Rás2, at HB ikki var í fullum snúningum í dag, tí teir longu høvdu tryggjað sær FM-heitið. Persónliga fegnast Klæmint serliga um seinasta partin av kappingini, har hann fekk gongd á málskjótingina hjá sær.
Undir myndini ber til at hoyra tað, sum Klæmint Olsen segði við Trónd Arge aftaná dystin.