Ópersónligar fotofellur

Fleiri av løgreglumonnunum tykjast ikki so harmir um, at vit í Føroyum ikki hava sokallaðu fotofellurnar.

 

FERÐSLA

Ferðslutrygd www.info.rff.fo


Fleiri av løgreglumonnunum tykjast ikki so harmir um, at vit í Føroyum ikki hava sokallaðu fotofellurnar. Ein fotofella virkar soleiðis, at eitt upptøkutól automatiskt tekur mynd av bili við førara, ? og dagin eftir fær førarin myndina í postinum við upplýsing um, hvussu skjótt hann koyrdi, tá ið myndin varð tikin.

Førarin kemur ongantíð í samband við løgreglu ella vegamyndugleika, men tekur støðu til eina mynd og eini kravboð í postinum um t.d. eina bót.

Fleiri av føroysku løgreglumonnunum innan ferðsluna halda, at persónliga sambandið millum løgreglu og bilførarar hevur nógv størri týdning og ávirkan

á atburðin í ferðsluni, enn elektrónisk eftiransing sum eitt nú fotofellur.