Føroyingauppgerð var í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í dag.
Liðið hjá Pernille Brandenborg, Keypmannahavn tók á heimavølli móti liðnum hjá Mariu P. Nólsoy, Horsens.
Keypmannahavn vann dystin 31-27. Í steðginum var Keypmannahavn á odda við bert einum máli, 17-16.
Maria sum spældi sín fyrsta dyst í bestu donsku hondbóltsdeildini í dag skoraði fýra mál fyri Horsens. Pernille skoraði eitt mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum eitt brotskast.
Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg taptu á útivølli 24-26 fyri Århus, ið var á odda 12-10 í steðginum. Tað eydnaðist ikki Sùnu at koma á máltalvuna í dag.
Komandi mikukvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð á skránni. Tá tekur Horsens á heimavølli móti Ringkøbing, ið er liðið hjá Rakul S. Wardum.
Komandi fríggjadag klokkan 17.30 hittast Súna og Pernille, tá Skanderborg tekur móti Keypmannahavn á heimavølli.