Pernille skoraði seks mál í enn einum stórsigri

Føroyingafelagið, Vendsyssel, er framvegis ósigrað eftir enn ein knúsandi stórsigur

Vendsyssel við teimum føroysku strikuleikarunum, Pernille Brandenborg og Bjartu Johansen, herjar framvegis ímóti fremstu donsku hondbóltsdeildini.

Sí eisini:

Pernille og Bjarta buldra ímóti bestu deildini

Sunnudagin vann Vendsyssel aftur stórsigur, og Pernille Brandenborg skoraði seks ferðir ímóti Sæby, sum var sent heim við einum avsmurningi upp á 36-16.

Sostatt styrkir Vendsyssel aftur um oddasessin í donsku fyrstu deild, áðrenn landsliðssteðgin sum kemur nú. Tá skal Pernille Brandenborg við føroyska landsliðnum spæla tveir vinardystir ímóti Íslandi.

Bjarta Johansen er við barn og spælir ikki í løtuni, men Pernille Brandenborg fær kortini ein liðfelaga við til Íslands, tí málverjin hjá Vendsyssel, Elín Jóna Þorsteinsdóttir verður við á íslendska landsliðnum.

Støðan í donsku fyrstu deild (haandbold.dk)

NrLiðD V J T +/- Stig
1 Vendsyssel Håndbold 9 8 1 0 252 - 171 17
2 Ringkøbing Håndbold 9 7 1 1 251 - 181 15
3 SønderjyskE 8 5 1 2 210 - 205 11
4 DHG 9 5 0 4 245 - 215 10
5 Bjerringbro FH 9 4 2 3 230 - 213 10
6 Gudme HK 9 4 1 4 201 - 220 9
7 TMS, Ringsted 9 3 2 4 225 - 215 8
8 Roskilde Håndbold 7 3 1 3 157 - 153 7
9 Rødovre HK 9 3 1 5 212 - 229 7
10 Sæby HK 8 2 0 6 171 - 256 4
11 Hadsten Håndbold 7 1 2 4 159 - 173 4
12 IF Stjernen, Odense 9 0 0 9 170 - 252 0