Í kvøld klokkan 17 fer føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti at spæla seinna EM-undankappingardystin móti Luksemborg í høllini á Hálsi í Havn.
Føroyar vunnu farna mikukvøld 34-16 (16-9) á Luksemborg á útivølli, og tí er vónirnar góðar.
Tvær av føroysku landsliðsleikarunum eru millum teir 10 leikararnar í bestu donsku hondbóltsdeildini, ið fáa flest útvísingar.
Pernille Brandenborg er sambært hbold tann, ið hevur fingið triðflest útvísingar, og Súna K. Hansen er nummar 10 á yvirlitinum.
HER sæst yvirlitið:
Nummar | Navn | Dystir | Útvísingar |
---|---|---|---|
1 | Sarah Kirkeløkke | 22 | 13 |
2 | Olivia Simonsen | 19 | 13 |
3 | Pernille Brandenborg | 22 | 13 |
4 | Karen Klokker | 10 | 12 |
5 | Caroline Svarre | 22 | 12 |
6 | Katrine Jacobsen | 22 | 12 |
7 | Ingvild Bakkerud | 22 | 11 |
8 | Majbritt Toft Hansen | 21 | 10 |
9 | Kristin Thorleifsdottir | 21 | 9 |
10 | Súna Krossteig Hansen | 16 | 9 |
Kelda: hbold