Perlumál gav trý stig

Eitt frálíkt skot frá John Hera Dam gav EB/Streymi trý stig í Streymnesi í gjár. Dysturin var javnur og tættur, men verjurnar á liðunum báðum gjørdu arbeiðsdagin truplan hjá áleyparunum, og tí komu flestu kjansirnir deyðbóltar

FÓTBÓLTUR

 

EB/Streymur eigur John Hera Dam, hann hevur eitt gott vinstra bein og nú eru trý stig aftrat á kontoini hjá felagsliðnum. Soleiðis ljóðar stutta frágreiðingin úr Streymnesi í gjár.

EB/Streymur skuldi staðfesta sína støðu sum oddalið, meðan NSÍ skuldi reisa seg eftir útivallartap móti HB. Tað var tó bert EB/Streymur, sum megnaði at fullføra setningin.

NSÍ hevði fingið Anderson við aftur á liðið. Hetta átti at hvest álopið, eftir at teir ikki skoraðu móti HB sunnudagin. Hann hevði tó sera truplar arbeiðsumstøður yvirav Egil á Bø og ikki minst Marna Djurhuus. Í hinum endanum ansaði vespuverjan væl eftir áleyparunum hjá EB/Streymi, og tað merkti sostatt, at málmøguleikarnir oftast komu eftir deyðbóltar og sjáldan í opnum spæli.

 

Vespurnar prikaðu

Hóast fyrri hálvleikur endaði málleysur, so fekk EB/Streymur tó bóltin í netið, tá hálvur tími var spældur. Gert Hansen skallaði frísparksinnlegg í málið, men varð rangstaddur.

Undan hesum hevði NSÍ hótt, og tað var um reppið, at teir skoraðu eftir frísparksinnlegg, og eftirfylgjandi høvdu trý hornaspørk, har bólturin at enda varð skotin upp um málið hjá EB/Streymi.

Tað var annars heimaliðið, sum hevði bóltin meiri enn gestirnir, men hesum fingu teir ikki serliga nógv burtur úr. NSÍ tóktist heldur ikki leggja serliga nógv í, at teir ikki høvdu bóltin eins nógv og EB/Streymur, tí tá teir fingu bóltin vóru teir nakað væl vandamiklari enn vertirnir.

Hetta sást millum annað aftur, tá René Tórgarð við arminum stórbjargaði málroynd úr stuttari fjarstøðu. Men tað gjørdist ongantíð til meiri enn prik frá vespunum, sum annars hava stungið mótstøðulið síni tólv ferðir í ár.

 

Einfalt men frálíkt

Seinni hálvleikur var ikki ólíkur fyrra, men nú var meiri bit í álopinum hjá EB/Streymi. Beinanvegin vóru boð eftir NSÍ-verjuni, tá Bárður Olsen, John Heri Dam og Hans Pauli Samuelsen spældi seg ígjøgnum og góvu Hanus Eliasen bóltin, sum tó ikki fekk ordiligt skot á.

Tað sama kann ikki sigast um John Hera Dam, tá hann nakrar minuttir seinni royndi seg við skotið úr nógv størri fjarstøðu enn fuglfirðingurin. Bárður Olsen sendi hornaspark hart og flatt til havnarmannin, sum áraka brotsteigarhornið reiggjaði vinstra beinið. Henda kombinatión er eingin nýggj uppfinning og tað er eisini ógvuliga sjáldan, at hon gevur bonus. Men hesaferð rakti John Heri bóltin klokkureint, og í einum hørðum boga smeig bólturin seg upp nærmara málhorn. Eitt einfalt, men frálíkt mál!

 

Tepurt men uppiborið

Aftaná málið royndi NSÍ at leggja eitt ávíst trýst á EB/Streym, og tíggju teir seinastu minuttirnar stóð á gomlum nøglum hjá felagsliðnum. NSÍ satsaði og setti tríggjar nýggjar mans á vøllin. Úrslitið var eitt øgiligt trýst kring brotsteigin hjá EB/Streymi, men annað enn tvær akrobatiskar saksasparksroyndir frá Anderson bleiv tað ikki til.

Tí ber til at staðfesta, at sigurin í Streymnesi til felagsliðið í Sundalagnum, var – hóast tepur – uppiborin.