Perla setur lív í sambýli

- Perla gevur øllum loyvi at vera góð við seg, og øll eru forelskað í henni, sigur Valborg Josephsen, leiðari á Sambýlinum, har tey við íblástri frá Eden hugtakinum hava fingið sær hund. Hundahvølpurin er partur av eini størri hugburðsbroyting, sum er í ferð við at kollvelta lívið hjá teim eldru í sambýlinum.

Ellisár

 

- Vit eru tikin av bóli av, hvussu positiva ávirkan hundahvølpurin hevur á tey eldru, sigur leiðarin á Sambýlinum á Heygum í Klaksvík, Valborg Josephsen.

Fyrr í vár varð skipað fyri stórari ráðstevnu um eitt nýtt rák innan eldrarøkt, sokallaða Eden Alternativið, har røktarheim ikki longur skulu vera stovnar, men hugnalig heim, har øll kunnu vaksa og grógva, og har lívið er vert at liva.

Og í Klaksvík varð hugskoti loftað, og hundahvølpur bíðlagdur, longu áðrenn ráðstevnan byrjaði. Nú hevur fitti hundahvølpurin búð á sambýlinum í tríggjar vikur. Og øll eru líka býtt í honum.

Sambært Eden alternativinum eru einsemi, leiðsemi og hjálparloysi størsti trupuleikin á einum vanligum stovni fyri eldri. Mótevni móti hesu er tætt samband við børn, djór, plantur, at hava spontanitet í dagligdegnum, og at hava onkran at taka sær av.

- Øll hava tørv á at geva umsorgan, eisini eldri fólk. Men henda uppgávan verður tíverri ofta tikin frá teimum á ellisheimum, sigur leiðarin á Sambýlinum á Heygum.

Og Perla hevur givið teim eldru á Sambýlinum á Heygum møguleika at vísa umsorgan.

- Tað fyrsta tey spyrja um, tá tey komu upp um morgunin er, hvar er Perla, og hevur Perla fingið at eta, sigur Valborg Josephsen.

Men Perla hevur havt fleiri jaligar broytingar við sær enn bara tað, at tey eldru sleppa at vísa umsorgan fyri henni.

- Perla er vorðið samtaluevni nummar eitt millum búfólkini. Nú hava tey ein livandi skapning, sum tey øll hava ábyrgd fyri, og øll eru góð við. Hon skapar nýggj sambond og nýggj vinarløg.

 

Hundur og spontanitetur

- Tey eldru hava eitt serligt forhold til Perlu, tí tey vita, at hetta er teirra hundur. Tá hundurin skal keypast, kom eigarin við trimum hundahvølpum, og tey, sum vóru før fyri tí, sluppu at velja, hvønn hund vit skuldu hava, greiðir Valborg Josephsen frá.

Navnið á hundinum hava tey eisini sjálvi valt.

- Vit komu við nøkrum uppskotum. Men tey kundu slett ikki brúkast, tí í teirra verð skal ein hundur eita Snar, Molly ella Perla.

Seks av teim 16 búfólkunum á Sambýlinum eru dement. Valborg Josephsen sigur, at tað hevur verið serliga stuttligt at síggja, hvussu Perla dugir at fáa samband við tey.

- Tá vit settu Perlu í føvningin hjá eini konu, sum vit hava ringt við at fáa samband við, hugdi hon inn í eyguni á Perlu og kelaði hana um ryggin. Hetta var heilt fantastiskt at síggja.

Nýggi hundahvølpurin er ein liður í eini størri hugburðsbroyting. Málið á Sambýlinum á Heygum er at fáa allar rytmur vekk, so sambýlið verður eitt huganligt heim fult at spontaniteti og ikki ein stovnur stýrdur av rytmum.

- Nógv børn koma at vitja okkum, serliga nú aftaná at vit hava fingið Perlu. Og tey fylla eisini húsið við lívi. Fyrr var tað so, at barnagarðar ringdu og avtalaðu tíð at koma at vitja okkum, men nú hava vit ringt runt og sagt, at tey bara skulu detta inn á gólvi, sigur leiðarin á sambýlinum.

Eisini matartíðirnar eru vorðnar meira liðiligar. Tað er ikki so týdningarmikið, um øll eta í senn. Alt hetta ger ikki bara lívið hjá búfólkinum betri, men tað er eisini ein fyrimunur fyri starvsfólki.

- Búfólkini hvíla meir í sær sjálvum og eru meira avslappað. Og tey eru nógv minni bundin av okkum starvsfólkum. Tað ger okkara arbeiði lættari og skapar trivnað fyri øll, staðfestir Valborg Josephsen, sum í næstum fer undir at inndraga tey avvarandi í tær hugburðsbroytingar, sum tey royna at innføra.