Tað munnu vera fleiri børn, sum hava brúkt mest sum alt leygarkvøldið og sunnudagin uppi á Hotel Føroyum, í vón um at síggja Ronaldo ella kanska onkra av hinum portugisisku stjørnunum.
Onkur foreldur vóru kanska eitt sindur meiri framsíggin enn onnur. Millum teirra er Rúni Klein Joensen, sum hevur bílagt sær og familjuni kamar á Hotel Føroyum. Hann dylir ikki fyri, at orsøkin var, at geva synunum møguleikan at koma so nær Ronaldo sum gjørligt.
- Vit tosaðu um, hvat vit skuldu keypa børnunum í jólagávu. Teir eiga sum so alt, men vit komu eftir, at hetta kanska var eitt gott hugskot. Eg bílegði tí kamar til okkum øll 3. desembur og vit góvu so synunum hesa náttina á Hotel Føroyum og sesong-kort til heimadystirnar hjá landsliðnum í jólagávu, sigur Rúni Klein Joensen.
Upplivingin hevur verið væl eydnað, heldur pápi, hóast dreingirnir nærum ikki hava tíð, hvørki at eta ella sova, tí teir eru bangnir fyri at missa okkurt.
- Fleiri av spælarunum hava tikið sær tíð at skriva autografar og taka myndir við børnunum, men høvuðsstjørnan sjálv er eitt sindur styggur, sigur Rúni Klein Joensen.
- Hann skrivar nakrar heilt fáar autografar og tekur eitt selfie saman við eini 30 børnum og so fer hann víðari. Aðrir spælarar eru nógv fittari í so máta. Pepe er tann fittasti av øllum. Hann tekur sær góða tíð at tosa við børnini, skriva autografar og taka myndir. Tað skuldi man kanska ikki trúð, tá man sær hann á vøllinum, har hann er eitt veruligt svín, sigur Rúni Klein Joensen.
Trygdin rundan um størstu stjórnina, Cristiano Ronaldo, hevur verið sera stór.
- Hann er mansvardur so gott sum alla tíðina. Tað eru altíð fólk rundan um hann. Í gjár gingu spælararnir túr á rossagøtunum, men Ronaldo var ikki saman við hinum, sigur Rúni Klein Joensen.
- Ronaldo sjálvur hevur kanska mist nakað av glansinum. Dreingirnir hava sæð upp til hann alt lívið, men nú teir standa beint framman fyri stóru stjørnini, sær hann teir als ikki. Tað nívir teir eitt sindur, sigur pápin.
Hóast tað er ringt at fáa fatur á Ronaldo sjálvum, so hava dreingirnir nokk at gera.
- Teir eru sera áhugaðir í fótbólti og kenna til fleiri aðrar av portugisisku spælarunum, so teir eru eisini fegnir um at fáa autograf frá Pepe, Ricardo Quaresma ella Renato Sanchez, sigur pápin.
Tað er ikki bara portugisiska landsliðið, sum býr har uppi. Føroyska landsliðið heldur eisini til á Hotel Føroyum og tað hava dreingirnir eisini gjørt sær dælt av.
- Teir hava hugnað sær millum føroysku spælararnar og fingið autografar frá øllum tí føroyska landsliðnum. Føroysku spælararnir heilsa upp á teir, so tað hevur eisini verið ein góð uppliving hjá dreingjunum.
Rúni Klein Joensen er glaður um hesar dagarnar á Hotel Føroyum.
- Vit hava hugnað okkum saman sum familja og vit foreldur hava slappa av og drukkið kaffi, meðan børnini hava runnið eftir spælarunum. So hetta hevur verið eitt deiligt vikuskifti fyri okkum, sigur hann.
- Vit eru tó kedd um, at hotellið hevur verið so avbyrgt, eisini inni á hotellinum. So sjálvt vit, sum búgva her, hava avmarkaða atgongd á hotellinum og tað tykist, sum at børnini uttan fyri næstan hava betri atgongd til stjørnurnar enn vit. Annars hevur tænastan á hotellinum verið heilt fram úr, sigur Rúni Klein Joensen.