Pep skal tosa við Abramovich

Sambært enska blaðnum, The Sun, ynskir Pep Guardiola eina persónliga samrøðu við Roman Abramovich, áðrenn hann tekur avgerð um, hvørt hann skal gerast venjari hjá Chelsea.

 

Nýklaktu Champions League vinnararnir hava leingi jagstrað stjørnuvenjaran, sum gavst hjá Barcelona eftir steypafinaluna móti Atletic Bilbao um vikuskiftið. Sambært blaðnum bjóðar Abramovich 11 milliónir pund um árið – einar 100 milliónir krónur.

 

Eitt annað, sum russiski eigarin bjóðar, eru tvey ár at byggja eitt nýtt lið upp, við ongum kravi um at vinna steyp hesi bæði árini.

 

Umboð fyri Chelsea hava havt fund við Guardiola, men hann vil sleppa at tosa við Abramovich sjálvan, og sambært The Sun ger Roman fegin tað.

 

At Guardiola fær eitt blankt kekkhefti at keypa spælarar fyri, sigur seg næstan sjálvt. Um hann so hevur havt ein fingur við í spælinum, nú tað sær út til at Chelsea hevur tryggjað sær stórtalentið, Eden Hazard, er ikki at vita.