Afgansk flóttafólk verða skrásett á flogvøllinum í Kabul. Myndin er tikin dagin fyri yvirgangsálopið.

Pentagon avsannar tíðindi hjá Taliban

Ein talsmaður fyri Taliban heldur upp á, at tað bara er ein lítil partur av flogvøllinum í Kabul, sum nú er undir amerikanskum eftirliti. Men, í Pentagon siga tey, at hetta er ikki rætt, tí Taliban hevur ikki eftirlitið við nøkrum parti av flogvøllinum.

Afgansk flóttafólk verða skrásett á flogvøllinum í Kabul. Myndin er tikin dagin fyri yvirgangsálopið.

 

 

Tað var talsmaðurin hjá Taliban, Bilal Karimi, sum skrivaði á Tvitter, at nú høvdu amerikanarar tikið seg aftur av einum parti av flogvøllinum og høvdu latið eftirlitið til Taliban.

 

Talsmaðurin helt upp á, at nú er bara ein lítil partur av flogvøllinum undir amerikanskum eftirliti.

 

Men, Pentagon-talsmaðurin í USA, John Kirby, sigur, at Taliban ikki hevur eftirlit við nøkrum parti av flogvøllinum.

 

USA og Bretland er millum londini, sum framvegis flyta fólk úr Afganistan, og framvegis er eitt stórt tal av sameindum herfólki á flogvøllinum.

 

Amerikanskar keldur siga, at Taliban ynskir, at lond framvegis fara at hava sínar sendistovum í Afganistan opnar, eftir at Taliban hevur tikið við valdinum.

 

Men, amerikansku sendifólkini, sum eru eftir í Afganistan, halda nú til á flogvøllinum í Kabul, har amerikanskar herdeildir framvegis hava eftirlitið. Sambært avtaluni, skulu herdeildirnar verða farnar úr landinum fyri 1. september.

 

Bæði Taliban og amerikanski forsetin, Joe Biden, hava avvíst, at freistin hjá herdeildunum at fara úr Afganistan verður longd.

 

Tíðindastovan NTB skrivar, at um Biden-stjórnin tekur avgerð um framhaldandi at hava sendifólk í Afganistan, er greitt, at her verða eingir hermenn at verja sendifólkini. Lagt verður aftrat, at enn er langt á mál, til USA møguliga kann góðtaka eina Taliban-stjórn í landinum.

 

Tískil er eisini óvist, um nøkur amerikansk sendifólk vera eftir í Afganistan, tá sameindu herdeildirnar fara úr landinum.

 

 

 

Afgansk flóttafólk verða skrásett á flogvøllinum í Kabul. Myndin er tikin dagin fyri yvirgangsálopið.