Tá samgongulimirnir í løgtinginum seinnapartin samtyktu lógaruppskotið um at øll skulu spara upp til egna eftirløn, fór breiði politiski pensjónsbólkurin, umboðandi allar flokkar á løgtingi, samstundis í søguna.
Andstøðan hevur líka til tað síðsta tvíhildið um, at pensjónsnýskipanin er at rokna sum ein heild, ið skal viðgerast og samtykkjast sum ein heild.
Men soleiðis bleiv sum kunnugt ikki.
Í sínum minnilutaáliti til eftirlønarlógina mælir andstøðan beinleiðis til at fella málið:
- Stórur partur av málinum er als ikki komin í Løgtingið enn, og vil ein samtykt eftirlønarlóg stilla stórar partar av fólkinum munandi verri, samstundis sum hetta vil skapa ómetaliga stóran ótryggleika einaferð enn innan føroyska pensjónsøkið.
Á vári 2011 varð pensjónsnýskipanin borin í løgtingið. Ein samlaður pakki við 13 lógaruppskotum, ið skuldu skuldu skipa eftirlønarøkið frameftir. Men longu sama vár byrjaði at støkka sundur millum flokkarnar.
Nú er komið hartil at andstøðan, ítøkiliga andstøðuumboðini í fíggjarnevndini hjá løgtinginum, lýsa arbeiði at skipa eina breiða politiska semju um eftirlønarøkið soleiðis:
- Vit mugu hava heimsins minst semjusøkjandi samgongu. Sjálvt í tí máli, har allir flokkar hava boðað frá, at teir vilja gera sítt besta fyri at røkka eini semju, so er eydnast samgonguni at forða fyri eini semju higartil. Tað er støðan við pensjónsnýskipanini, ið hvarv, og als ikki hevur verið viðgjørd í hesum samgonguskeiði.
- Einasti áhugin hjá samgonguni hevur verið ein lóg um tvungna uppsparing, og eftir standa vit við einum pensjónsskattauppskoti samanbundið við einari tvungnari uppsparing á 15%. Pensjónsnýskipanin skuldi annars frá byrjan vera eitt felags átak millum allar flokkar á Løgtingi.
Fortreytin fyri eini tryggari pensjónsskipan er breið undirtøka og álit í fólkinum og politisku skipanini. Tí átti samgongan at bjóða inn til pensjónsnýskipanararbeiðið beinanvegin, samgongan varð skipað í 2011. Men so varð ikki.
Seinnapartin samtykti samgongan við 2. viðgerð uppskotið um tvungna eftirlønaruppsparing.
Undan viðgerðini hava bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi boðað frá, at arbeiðið í pensjónsbólkinum gevur onga meining, um ikki pensjónsnýskipanin verður viðgjørd sum ein heild.