Pensjónistar alternativ roynd arbeiðsmegi

Tíðindaskriv frá Sjálstýrisflokkinum

Arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi. Men við verandi høgu mótrokning í pensjónini, aftra pensjónistar seg við at fara til arbeiðis, hóast teir hava góða heilsu og kundu hugsað sær at arbeitt

 

Orsakað av høgu mótrokningini í fólkapensjónini og lága markinum, áðrenn mótroknað verður, er tann parturin av arbeiðsmegini í Føroyum, sum hevur drúgvastu arbeiðsroyndinar, soleiðis fyri, at tað loysir seg ikki nóg væl hjá teimum at fara til arbeiðis.

 

Støðan er tann, at fleiri fólk, ið hava nátt pensjónsaldur og hava góða heilsu, høvdu vilja farið til arbeiðis, um tað ikki ávirkaði pensjónina. Tí royndi Sjálvstýrisflokkurin at leggja fram uppskot um eina neyðuga broyting í pensjónslógini, sum Landsfelag Pensjónistanna eisini hevur víst á.

 

Ásannandi, at arbeiðsmegi við stórum royndum hevði verið tøk, um broytingin bleiv framd, vildi Sjálvstýrisflokkurin hava uppskotið fram sum skjótast.

 

Men tíverri eydnaðist tað ikki at fáa 17 undirskriftir, soleiðis at uppskotið, hóast framløgufreistin var farin, kundi leggjast fram í hesi tingsetuni.

 

Hetta harmast løgtingsmenninir hjá Sjálvstýrisflokkinum um. Men tó eru vónirnar góðar fyri, at eitt slíkt uppskot verður samtykt, tá tingið kemur saman aftur eftir ólavsøku.

 

Lógaruppskotið hjá Sjálvstýrisflokkinum leggur upp til, at í mótrokingini verður 60 % broytt til 30 % og at inntøkumarkið verður hækkað til 120 túsund krónur. Løgtingið hevur áður framt eina tilsvarandi broyting í mótrokningini fyri fyritíðarpensjónistar.