Pensionistar ikki í fátækraváða

Nógvir pensionistar hava niðurgoldin hús og eiga reiðan pening. Tí eru teir ikki mettir at vera í fátækraváða

FÁTÆKRAMARK

 

Arbeiðsbólkurin kemur fram til, at pensionistar ikki eru ein bólkur, sum er i fátækraváða.

 

Ein orsøk til hetta er, at nógv av teimum hava ikki útreiðslur til býli, tí tey hava niðurgoldin hús umframt at nógv eiga reiðan pening, sum tey kunnu liva av.

 

Álitið staðfestir at:

"Meginparturin av fólkapensjónistunum hava eina árliga rentuinntøku upp á 1.000-2.000 kr., men eisini er ein partur av teimum, sum “bara hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av”, ið hava rentuinntøkur upp ímóti 60.000 kr. um árið, og týður hetta upp á stórar upphæddir av tøkum peningi. Tað hava seinnu árini verið 300-400 fólkapensjónistar, sum onga inntøku hava havt yvirhøvur – heldur ikki rentuinntøku."

 

Harftrat leggur álitið dent á, at sambært eini livikorskanning frá 2010 svara 9 av 10 fólkapensjónistum, at inntøkan røkkur væl ella sera væl.