Álvur Kirke
valevni Miðfloksins til býráðsvalið í Havn
Tey eldri verða fleiri og fleiri, og tað verður kanska ikki so leingi til tú og eg eru millum tey eldru ella tey gomlu.
Fyrr var tað so, at fleiri ættarlið búðu saman, og hjálptu hvørjum øðrum. Børnini hjálptu foreldrunum, og foreldrini hjálptu børnunum. Tey yngru hjálptu teimum eldru o.s.f.r.
Men nú verður sagt, at hetta ikki ber til longur. Tey ungu hava oftast dýr hús, sum skulu gjaldast; og fyri at gjalda húsini, noyðast bæði út at arbeiða. Børnini verða koyrd í vøggustovu og í barnagarð.
Hava tey yngru foreldur, sum ikki kára seg sjálv, verða foreldrini koyrd á ellisheim ella á onkran annan stovn. Tey yngru hava ikki ráð at ganga heima og passa foreldur ella verforeldur.
Samfelagið er vorið miskunnarleyst og kærleiksleyst, - eisini á hesum øki.
Tey gomlu vilja oftast vera heima, so leingi sum møguligt. Men hetta ber snøgt sagt ikki til peningaliga, hjá mongum familjum.
Eitt stovnspláss til eitt eldri fólk kostar nógvan pening, og bíðitíðin long. Neyðugt er, at biðja um pláss fleir ár frammanundan.
Um nú peningurin fylgdi teimum gomlu, t.v.s., at yngra ættarliðið fekk tann pening, sum stovnurin fær, fyri at passa tey eldru, so bar helst væl til fíggjarliga, at verið heima og passa eldra ættarliðið. Tá hevði yngra ættarliðið ein valmøguleika, sum tey ikki hava í dag.
Hetta vildi stytt bíðilistarnar munandi, tí tað høvdu verið fleiri, sum valdu at fara heim at passa tey eldru, - um tað var fíggjarliga møguligt.
Kærleikin til foreldur er ikki burtur! Men tað er samfelagsskipanin, sum noyðir yngra ættarliðið at koyra tey eldru á stovn.
Miðflokkurin vil virka fyri at skapa eitt samfelag, har yngra ættarliði fær fíggjarligar møguleikar at vísa teimum eldru kærleika og umsorgan.
Heldur tú, at hetta er eitt gott hugskot, so eigur tú at velja Miðflokkin, lista H.