Peningurin hevur ligið deyður

 - Tað er positivt, at vit fáa gongd á arbeiði við virðisbrævamarknaðinum, tí vit mugu ásanna, at peningurin í stóran mun hevur ligið deyður, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Bjarni Djurholm sigur, at nú verður stóra takið at fáa innarbeitt nakrar arbeiðsgongdir.
 - Føroyingar eru vanir at seta pengar á bók. Harvið er peningurin deyður. Tað kemur kanska óvart á fólk, men  kapitalur manglar ikki í Føroyum. Men vit mugu konstatera, at peningurin í stóran mun hevur ligið deyður, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.
Landsstýrismaðurin í vinnumálum sigur, at ein ávís konservatisma hevur valdað í Føroyum hesum viðvíkjandi.
 - Tað hevur nakað við hugburð at gera, og virðisbrævamarknaðurin er eitt stig á rættari leið, tí hann er alneyðugur, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum.