Tilsøgn
Tá fyrrverandi Fiskirannsóknarstovan skifti navn til Havstovan á sínum fimmti ára degi, fekk stovnurin handaða stórfingnað gávu til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi. Tað var nevndin í Forskotsgrunni Fiskimanna við Jákupi Sólstein á odda, sum handaði Hjalta í Jákupsstovu, leiðara á Havstovuni, tilsøgnina um heilar 10 miljónir krónur.
Í tilsøgnini stóð, at gávan er treytað av, at løgtingið vil samtykkja broytingar í reglunum fyri grunnin.
Nú ein nevnd arbeiðir við at gera tilmæli um nýggja inntøkutrygd fyri fiski-og útróðrarmenn, sum reiðarar og fiskimenn skulu umsita og við tíðini eisini gjalda, hevur fæið, sum Forskotsgrunnur Fiskimanna eigur, verið nevnt sum byrjunarkapitalur í einum møguligum grunni, sum skal skipast.
Forskotsgrunnur Fiskimanna eigur slakar 30 miljónir krónur, men av hesum hevur nevndin veitt tilsøgn um tær 10 miljónir krónurnar til Havstovuna til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi.
Um henda tilsøgn er í vanda, nú arbeitt verður við at umskipa inntøkutrygdina, veit eingin at siga í løtuni.
Formaðurin í forskotsgrunninum, Jákup Sólstein, sigur, at nú landsstýrið í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2010 hevur sett 20 miljónir krónur av til bygging av nýggjum havrannsóknarskipi, fer nevndin í grunninum til heystar at royna at fáa formellu viðurskiftini við tilsøgnini á tær 10 miljónir krónurnar upp á pláss.










