Ólavur í Beiti
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur vegna landsstýrið lagt fram uppskot at broyta avskrivingarlógina. Í viðmerkingunum sigur løgmaður m. a., at ein bólkur, mannaður við embætisfólki og umboðum fyri vinnuna, situr og arbeiðir við at gera tilmæli um ábøtur á vinnuskattingina, men nú er semja um, at neyðugt er at fremja nakrar broytingar í avskrivingarlógini beinanvegin.
Og ein broyting er so í avskrivingarlógini, at markið fyri avskriving av smáognum verður hækkað úr 4.000 kr. ella lægri upp í 20.000 kr. ella lægri. Samstundis verður skotið upp viðvíkjandi saldoavskrivingum eftir 1. kapitli, at saldo áðrenn inntøkuársins avskriving upp á 20.000 kr. ella lægri kann avskrivast til fulnar. Eisini verður skotið upp at strika verandi avmarking upp á 50.000 kr. fyri smáognir fyrsta og annað inntøkuárið hjá nýggjum virkjum.
Myndugleiki flytast
? Fyri at fáa til vega samsvar millum roknskaparligar og skattligar avskrivingarreglur, verður skotið upp at broyta ta sokallaðu kompletterandi regluna, so tann skattskyldugi framyvir er tvungin at fylgja henni og ikki sum higartil, at tað stendur upp til hansara at gera av, um hann brúkar hesa reglu ella ikki.
? Eftir verandi reglum kann landsstýrið, tá heilt serligar umstøður tala fyri tí, leingja freistina fyri javning av negativari saldo. Í verki fylgir landsstýrismaðurin at kalla altíð tilmælinum hjá Toll-og Skattstovuni, tá støða verður tikin til slíkar umsóknir. Fyri at minka um arbeiðsbyrðuna og fyri at stytta avgreiðslutíðina í slíkum málum skjýtur landsstýrið upp, at hesin myndugleiki verður fluttur til Toll- og Skattstovu Føroya.
Flyting av ognarlutum
Avskrivingarlógin hevur ikki reglur um, hvussu ognir skulu skattast, tá persónar ella feløg, sum hava rikið vinnuligt virksemi, flyta av landinum við slíkum ognum.
? Tá tørvur er á slíkum reglum, skjýtur landsstýrið við hesum nýggjar reglur upp, sum javnseta flyting av ognarlutum til nýtslu uttanlands, sum hava verið nýttir í skattskyldugum virksemi her á landi, við sølu, og at sølupeningurin er handilsvirðið um flutningsmundið, sigur løgmaður í viðmerkingunum.
Og viðvíkjandi fyrisitingarligum avleiðingum, metir løgmaður, at uppskotið verður ikki mett at hava munandi fyrisitingarligar avleiðingar við sær. Broytingarnar koma at ávirka inntøkuskattin nakað. Men væntandi verður nettoskattainntøkan ikki munandi broytt av hesum uppskoti.