Pengarnir verða nýttir við umhugsni

Sum lesandi á tveimum ymiskum útbúgvingum, er tað lestrarstuðulin, ið avgerð innkeypið hjá Arnfríð Lützen. Tí er tað í Bónus at størsti parturin av innkeypinum fer fram, tí pengarnir skulu røkka sum longst, og merkir tað færri klæðir, heimaliting og shampoo á tilboð. Pengarnir fara í staðin til góðar rávørur til góðar máltíðir

Heima hjá Arnfríð Lützen í Havn, eru tey dagliga trý fólk í húsi. Umframt hana sjálva, húsast unnustin og sjey ára gamla dóttirin í íbúðini, meðan húsini í Kongsgili standa í gerð.

Arnfríð Lützen er 26 ára gomul, og gjørdist fyri nøkrum árum síðan eitt kent føroyskt navn, tá hon vísti hvat hon kundi við síni rødd. Seinnu árini hevur hon kortini hildið sera lágan profil. Og tað hevur sínar orsøkir.

- Eg havi verið í Danmark og lisið. Eftir at hava roynt meg fram, havi eg endiliga funnið mína røttu hill. Eg elski at lesa á føroyskt á Føroyamálsdeildini. Tað er akkurát eg. Og saman við útbúgvingini til boligstylist, sum eg taki yvir netið, er tað bara perfekt, sigur hon.

Men at flyta aftur til Føroya fyri at lesa, merkir færri pengar á konto hvønn mánað, tí lítið fæst eyka fyri lesandi mammur, í mun til hvat ein lesandi mamma fær í Danmark.

- Onkran mánað strammar tað eitt sindur meir í enn aðrar mánaðir. Men vit hava valt at klárað okkum við einari inntøku tað fyrsta árið, so eg kann savnað meg um lesturin, og tað hevur gingið fínt, sigur Arnfríð Lützen.


Farvæl Hennes&Mauritz

At flyta aftur til Føroya merkir eisini at ein má siga farvæl við lagaligu keypsstøðini í Keypmannahavn. Eitt nú Hennes&Mauritz og Netto.

- Hennes&Mauritz er bara perfekt tá mann skal klára seg fyri lítið. So síðan eg flutti heim, havi eg ikki keypt nakað serligt. Síðan á jólum havi eg keypt mær eitt par av skóm, eitt par av buksum og tvær blusir, haldi eg.

Tað er lítið í mun til hvat hon fyrr keypti av klæðum. Nøkur av bestu pløggunum, Arnfríð hevur ognað sær, eru kortini ikki funnin inni í Hennes&Mauritz.

- Nøkur av pløggunum, eg eri glaðast fyri, havi eg funnið í second hand handlum í Danmark. Eg havi ein grønan kjóla, sum eg keypti í einum second hand handli í Jyllandi eina ferð, sigur hon droymandi, og roynir at greiða frá hvussu kjólin sær út.

Í síðstuni hevur hon fingið sær til vana at seta seg við stokkunum, og roynir at læra seg at binda. Hon er í løtuni í holt við eina svarta troyggju til sín sjálvs.

- Og so eru tað húgvur. Eg elski húgvur. Eg havi einar 6-7 húgvur í ymsum litum, sum eg skifti í millum, sigur hon.


Bónus er bíligast

Lítla familjan hjá Arnfríð er ikki ofta at finna á matstøðum í Havn.

- Vit gera ofta mat sjálvi. Okkum báðum dámar væl at gera mat, og Uni er ein fantastiska góður kokkur. Hóast vit royna at skiftast, er tað sum oftast hann, sum ger mat.

Vanliga fara tey bæði eftir dóttrini, og so at keypa inn.

- Vit fara altíð í Bónus at keypa inn. Tað er bíligast har. Men skulu vit hava okkurt serligt, enda vit ofta í Miklagarði, sum hevur størsta úrvalið. Tað er sum oftast um vikuskiftini, tá vit gera okkurt serligt.

Tað er tað vanliga, sum endar í innkeypsvogninum hjá Arnfríð Lützen. Í heila tikið vildi hon sagt, at tey eta rættiliga varierað heima.

- Men fiskur skal vera í boksini. Tað hava vit fingið okkum til vana. Og fiskin bíleggja vit frá Norðfra. Frikadellurnar og flaki frá Norðfra eru sera góðar haldi eg, og yvirhøvur er tað góð góðska, ein keypir frá Norðfra.

Góðir vanar, sum at hava grønmeti á borðinum, hevur hon fingið sær. Men um tað er vistfrøðiligt, hevur ongan týdning.


Onki skemmuinnbúgv

Hárið litar Arnfríð Lützen sjálv, og fruntin klippir og hampar hon eisini sjálv. Seinast hon varð klipt, var hon heima hjá einum frisøri og gjørdi sær hárið. Tað var bíligari, og minst líka gott, sum var tað gjørt á eini salong. So tað skal hon gera aftur, hevur hon sett sær fyri.

Tveir heilt serstakir skápsmøblar standa inni í báðum stovunum hjá Arnfríð Lützen. Teir eru keyptir í einum handli á Amager, tætt við har hon búði í Keypmannahavn.

- Teir kostaðu nógv. Men tá vit skuldu flyta heim, vistu vit at vit skuldu gjalda so nógv fyri flutningin, og avgjørdu tí at flyta okkurt, sum vit vóru glað fyri. Hesir eru gamlir kinesiskir møblar, sum eg eri ótrúliga glað fyri. Eg orki ikki fyri Skemmumøblum, og eg havi ongantíð verið til hvítt í hvítt. Eg vil heldur hava litspæl i rúmunum.

Tað hevur einki við merki ella prís at gera, tá Arnfríð Lützen keypir innbúgv til íbúðina. Hon vitjar regluliga Tinghúsið á Hjalla, har nógv innbúgv er at fáa fyri onki. Sum nevnt lesur Arnfríð Lützen til boligstylist við síðuna av lesnaðinum á Føroyamálsdeildini umvegis internetið – tann perfekti cocktailurin, sigur hon- og veit tí hvat hon vil hava inn í sítt heim.

- Men Uni hevur eisini eina meining um hvat skal vera her, og tí skal eisini vera rúm fyri. Vit hava nøkunlunda sama stíl alíkavæl.


Star Trek og krimi møtast

Uppiá tí eina kinesiska skápinum, stendur ein flatskermur. Einki televarp er, og er tað tí Dagur og Vika og onkrar hissini dokumentar sendingar, Arnfríð og Uni seta seg niður at hyggja at.

- Andrea dámar væl barnasendingarnar, men eg haldi at tey kundu gott gjørt okkurt við allar hasar endursendingarnar av barnasendingunum. Tímur hon ikki tað, sær hon onkran teknifilm.

Teimum báðum vaksnu dámar líka væl at síggja filmar.

- Una dámar væl Star Trek og ymiskt annað av tí skuffuni, meðan mær dámar væl lættisoppafilmar og enskar og svenskar krimi. Men okkum báðum dámar væl South Park, og hava sæð einar 13 sesongir av South Park.

Flatskermurin er væl umtóktur, tá heimabio er á skránni. Uni eigur tveir dreingir, sum koma at vitja annaðhvørt vikuskifti.

- Tá stilla vit sofuna beint framman fyri sjónvarpið, leggja eitt handklæði fyri skermin, seta poppkorn fram til børnini, og biðja tey koma inn, greiðir Arnfríð flennandi frá.



Alt frá Panténe til Sanex

Eitt er hvat peningurin røkkur til. Nakað annað er hvat ein hevur brúk fyri. Arnfríð heldur, at hon er lítið kritisk við luksustingum, líka so væl sum við hvat er neyðugt. Telefonin, sum er umleið tvey ára gomul, er klistrað saman fyri at halda battaríinum uppá pláss, meðan bíðað verður eftir eykalutum til telefonina.

- Mína fyrstu telefon keypti eg sum 17 ára gomul í Íslandi, og var tað ein Motorola við eini antennu standandi úr. Hon var so ljót, men eg hevði hana rættiliga leingi. Vit hava hvør sína farteldu, eg havi eina HP og hann eina Dell. Eg eri ikki kræsin við til dømis shampoo, tað kann vera alt fra Panténe til Sanex, men skal bara ikki hava balsam í. Tað verður sum oftast keypt uppá tilboð. Fyri meg snýr tað sum at fáa sum mest fyri pengarnar, sigur Arnfríð Lützen.