Felagið fyri foreldur at smábørnum í Havn hevur átalað og mælt ímóti kontantstuðlinum til smábarnaforeldur, síðani hesin varð settur á stovn á sumri í fjør. Síðsta heyst kærdi Foreldrafelagið Tórshavnar býráð til Kommunala Eftirlitið fyri at veita út stuðul uttan lógarheimild, og sjálvsagt fegnast felagið í dag um, at tað fekk viðhald í kæruni.
- Vit í Foreldrafelagnum eru fegin um at hava fingið viðhald, hóast avgerðin kann raka meint hjá fleiri foreldrum, sum hava lagt sær ansing til rættis eftir pengunum. Nú er tað upp til kommununa, hvussu hon tekur kontantstuðulin av, sigur Bryndis á Dunga, forkvinna í Foreldrafelagnum.
- Nú kann upphæddin - áljóðandi 1.8 mill. krónur í ár - nýtast til lógligar, varandi loysnir, sum eru sjónligar, í staðin fyri at vera goldnar út soleiðis at tær ikki síggjast aftur. Vit vita, at fleiri foreldur hava nýtt kontantstuðulin til ungar gentur í húsi og svartar dagrøktir. Alt loysnir sum ikki eru haldbarar og uttan eftirlit.
- Sjálvt um tað ikki er okkara uppgáva at vísa á, hvat pengarnir so kunnu nýtast til, hava vit fleiri ferðir víst á aðrar møguleikar, t.d.: at byggja út á verandi stovnum, at gera nýggjar stovnar, og at fáa fleiri dagrøktarmammur.
Foreldrafelagið, sum var tað, ið kærdi, fekk svarið uppá kæruna við postinum í mánamorgunin.
- Tað er átaluvert, at Kommunala Eftirlitið fer út í fjølmiðlarnar við avgerðini uttan at geva okkum svarið fyrst, sigur forkvinnan í Foreldrafelagnum at enda










